Ein frágreiðing og eitt dømið 

7. okt. 2020

Hetta er ein menningarverkætlanin eitur Professionell Námsfrøðilig Netverk (PNN). Menningarverkætlanin fevnir um 5 netverk, har tríggir dagstovnar eru í hvørjum netverki. Dagstovnarnir eru í Nes kommunu, Eiðis kommunu, Sunda kommunu og Vága kommunu.

Til at skipa arbeiði er ein netverksbólkur gjørdur í hvørjum netverki, har netverksleiðari leiðir arbeiði saman við leiðara og tveimum námsfrøðingunum frá trimum luttakandi dagstovnum. Netverkini eru sett á stovn í mun til, at dagstovnarnir í byrjanini ásettu tríggjar avbjóðingar, ið tey standa í dagliga á dagstovnunum.

 

Arbeiðshátturin er, at hvør netverksbólkur ásetur nakrar námsfrøðiligar aðalreglur, ið áseta hvussu tey skulu arbeiða við ásettu avbjóðingini í umleið 6-8 mánaðir. Áðrenn farið verður í gongd við at arbeiða eftir aðalreglunum verður ein støðulýsing gjørd, og eftir at arbeitt hevur verið eftir aðalreglunum í umleið 7 mðr. verður aftur ein støðulýsing gjørd.

 

Sjálvt um PNN-verkætlanin ikki beinleiðis er ein granskingarverkætlan er arbeiðið granskingargrundað. Hetta ger seg galdandi í trimum viðurskiftum. Netverkini verða gjøgnumførd út frá, hvat gransking sigur um, hvussu PNN virka best. Harumframt verður ein støðulýsing gjørd áðrenn og aftaná; hesar støðulýsing vera gjørdar við hugkveikjan frá gransking. Eisini verður gransking nýtt til at áseta felags námsfrøðiligu aðalreglurnar. 

 

Verkætlanarleiðari er Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu á Fróðskaparsetrið Føroya. Út frá hansara PhD-gransking um organisering av tvørprofessionellum samstarvi í byrjandi barnaverdnarmálum er niðanfyri eitt upphugsað dømið um hvussu eitt slíkt netverk kundi sett sær fyri at arbeitt komandi ári.

 

Neyv ásett avbjóðing hjá trimum dagstovnum: Tað er sera torført at arbeiða við barnaverndarmálum. Vit vita ikki, hvat vit sum dagstovnur skulu gera, og hvat barnaverndartænastan ger. Somuleiðis er tað torført kensluliga, tá man kemur so tætt at foreldrunum og til trupulleikarnar hjá børnunum í byrjandi barnaverndarmálum.

 

Støðulýsing: Øll starvfólk skulu svara hesa stuttu kanning 1. nov. og aftur 1. mei:

A. Hvussu nógv veist tú um hvussu man eigur at fráboða? Rímuliga nógv, nógv, nøkulunda, eitt sindur ella slett ikki

B. Veist tú hvat ein §45 kanning er? Rímuliga nógv, nógv, nøkulunda, eitt sindur ella slett ikki

 

C. Veist tú hvat typiskar fyriskipanir eru sum barnaverndartænastan setur í verk? Rímuliga væl, væl, nøkulunda, eitt sindur ella slett ikki

 

D. Hvussu er tað kensluliga fyri teg at hugsa at ein barn í tínari stovu møguliga trongir til hjálp frá

barnaverndartænastu? Sera lætt kensluliga, lætt kensluliga, ok kensluliga, torført kenslulig ella sera torført kensluliga

 

E. Hvussu er tað kensluliga og socialt fyri teg at umganga foreldur, har tað er mistanki um byrjandi barnaverndarmál? Sera lætt, lætt, nøkulunda, torført ella sera torført

Felags námsfrøðiligar aðalreglur, ið hvør av teimum trimum dagstovnum skal seta í verk:

1. Lokala barnaverndartænastan verður boðin á fund at fortelja um: tíðarskeiðið har man ivast um man skal fráboða, tíðarskeiðið tá ein §45 kanning verður gjørd og tíðarskeiðið eftir at fyriskipanir eru settar í verk. Somuleiðis vera starvsfólkini á dagstovnum undirvíst um tagnarskyldu og fráboðanarskyldu. (Hetta skal gerast umleið mitt í november).

 

2. Hvør stova diskuterar núverandi ella fyrrverandi børn har man ivast/ivaðist um man skal/skuldi havt fráboðað. Ein námsfrøðingur á hvørjari stovu skal inn til leiðaran at fortelja hvat tey tosaðu um (desember).

 

3. Ein frá netverksbólkinum heldur eina framløgu um “mentalisering” (mitt í januvar)

 

4. Øll starvsfólk venja “mentalisering” í samtalu við hvønn annan (og ikki í venjingarhøpið í mun til foreldur og børn) (frá mitt í januvar til mitt í mars)

 

5. Hvør stova heldur ein fund um hvussu tað gongur hjá teimum at nýta “mentalisering” til hvønn annan. Ein námsfrøðingur á hvørji stovu skal inn til leiðaran at fortelja hvat tey tosaðu um tá tey eftirmettu teirra førleikar til “mentalisering” (seinna helvt av mars).

 

6. Starvsfólk byrja at nýta “mentalisering” til børn og foreldur (apríl)

1. mei verður kanningin omanfyri gjørd umaftur og námsfrøðiligu aðalreglurnar verða eftirmettar og møguliga broyttar. Síðani verður ein frágreiðing upplodað til ein felags databása, sum allir dagstovnar í verkætlanini kunnu nýta.

  • Facebook

©2020 by Professionell Námsfrøðilig Netverk. Proudly created with Wix.com