Kids for Peace

Ein longri lýsing av verkætlanini Professionell Námsfrøðilig Netverk

Verkætlanin hevur sum endamál at økja dygdina á námsfrøðiliga arbeiðinum í dagstovnunum í luttakandi kommunum.

 

Í stuttum er uppskriftin, at ein netverksleiðari frá námsvísindadeildini og tríggir dagstovnar stovna eitt Professionelt Námsfrøðiligt Netverk. Frá hvørjum dagstovni luttaka ein leiðari og tveir námsfrøðingar í einum netverksbólki.

Netverkið er avmarkað í tíð. Tað møtist fýra ferðir umleið tríggjar tímar hvørja ferð; hvørja ferð er ein skrá, ið skal facilitera at í seinasta enda verða námsfrøðiligar broytingar framdar í dagstovnunum.

Hesar broytingar skulu standast av, at netverkini arbeiða saman við at finna nakrar námsfrøðiligar aðalreglar, sum skulu roynast av í verki. Hesar námsfrøðiligar aðarreglar skulu vera svar til eina konkreta avbjóðing, ið einstaki dagstovnurin stendur í, t.d. hvussu møta vit mammum úr øðrum londum, hvussu skapa vit eitt tilboð til børn ið hava fingið staðfest ADHD, hvussu læra vit børn at handfara ósemjur ella hvussu økja vit orðafeingið hjá dreingjum í aldrinum 3-5 ár.

Longi hevur verið arbeitt í londunum rundanum okkum við einum líknandi skipan, ið nevnist ein Professionellur Lærandi Felagsskapur  – mest í skúlum, men eisini í dagstovnum tey seinastu 2-3 árini. Seinastu fimm árini er skjøtil síðani settur á at stovna Professionell Lærandi Netverk innan skúlaøkið, men onki serligt er enn gjørt við dagstovnar í altjóða høpi. Harvið vera hesar kommunurnar í Føroyum saman við Námsvísindadeildini nøkur av teimum fyrstu í heiminum, ið royna skipanina við Professionel Námsfrøðilig Netverk av í verki í dagstovnahøpi.

Vælkomin at seta fleiri spurningar um verkætlanina niðanfyri

Tíðindabræv

Um tú ynskir at fáa eitt tíðindabræv til tína teldupostadressu, hvørja ferð vit leggja eini nýggj tíðindi út, so skriva tína teldupostadressu niðanfyri.

  • Facebook

©2020 by Professionell Námsfrøðilig Netverk. Proudly created with Wix.com