Um verkætlaninna
Endamálið er at menna dygdina á námsfrøðiliga arbeiðinum í luttakandi dagstovnum og frítíðarskúlum.
Verkætlanin verður framd av Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya. Verkætlanarleiðari og netverksleiðari er Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í Námsfrøðiligari leiðslu. Harafturat eru tveir aðrir nerverksleiðarar, sum eru Jóngerð Petersen, námsfrøðingur og cand. ped. og Jóhanna Maria Olsen, námsfrøðingur og cand. ped.
Luttakandi dagstovnar og frítíðarskúlar eru: Korndalsgarður á Eiði, við Kráir í Hvalvík, Barnagarðurin á Svangaskarði á Toftum, Sóljugarður í Sandavági, Miðgarður í Miðvági, Dagstovnurin á Flatinum á Oyrabakka, Smílikullan í Miðvági, Stórheygg í Hósvík og frítíðarskúlin í Nes kommunu.
Okkara logo við trimum fólkum í trimum stað-flaggum ímyndar eitt netverk, sum fer tvørtur um støð. Logoið er nýtt við loyvið frá